Tað er saman við Eyðun Lamhauge og Bjarna Joensen, at Marni Mortensen er farin í holt við verkætlanina um føroyskan fótbólt og fótbóltshagtøl.
Innsavan og tøppan av upplýsingunum stendur Marni sjálvur fyir, meðan hinir báðir er teldumenn. Eyðun, sum hevur krumtappurin innan forritanina, meðan Bjarni í størri mun er knýttur at web-partinum, sum skal gera skipanina atkomuliga hjá almenninginum.
- Nú hava vit arbeitt við hesum eina tíð, og upp á eitt hálvt ár havi eg lagt kanska 1.000 dómaraseðlar inn. Var tað ikki tí, at eg havi fingið so góðan stuðul heimanífrá, so hevði tað als ikki borið til, men samstundis meti eg ikki, at eg áhaldandi kann bjóða familjuni tey kor, at eg mest sum hvørt tað einasta kvøld skal sita við hesum.
- Sjálvur síggi eg fyri mær, at hetta er ein spennandi ætlan, sum bæði feløg, FSF og onnur kunnu fáa gleði av, og tí havi eg vent mær til føroysku feløgini við eini umsókn um peningaligan stuðul. Endamálið við hesum er, at sjálvur kann taka mær farloyvi í kanska tríggjar mánaðir, soleiðis at eg veruliga kann koma víðari í hesum arbeiðinum, sigur Marni.
Áðrenn umsóknirnar vórðu sendar út, hevði hann verið í sambandi við fleiri feløg, og ikki minst FSF, har stórur partur av dómaraseðlunum eru.
- Higartil hava øll verið positiv, og tað er ongan tíð nakar, sum hevur nokta at hjálpt við yiskum lutum. Bæði hjá feløgunum og hjá FSF. Tí rokni eg við, at tey eisini síggja møguleikar í hesum, og tí vóni eg, at tey eisini vilja stuðla hesum við eini lítlari upphædd hvør. Nakað sum nøkur longu nú hava givið tilsøgn um, staðfestir Marni.