Ætlar sær at basa Putin

Hóast tey flestu í Russlandi eru á einum máli um, at Vladimir Putin fer at vinna forsetavalið í vár, hevur ríkmaðurin Mikhail Prokhorov ikki slept sínari ætlan at basa Putin.

Tann 46 ára gamli Prokhorov kunngjørdi herfyri, at hann stillar upp á forsetavalinum. Við sjónvarpið NTV sigur hann, at hann gjørdi av at stilla upp fyri at forða fyri, at Russland skal koma í stórar búskaparligar trupulleikar.

Vladimir Putin er ikki so væl umtóktur í Russlandi, sum hann hevur verið. Flokkur hansara, Sameint Russland, vann tjóðartingsvalið fyri stuttum, men líka síðani valið hava nógvir russar mótmælt úrslitinum og lagt myndugleikarnar undir valsvik. Tað er kortini ikki vist, at misnøgdin við Putin og valúrslitið er so stór, at Prokhorov verður førur fyri at basa honum, skriva tíðindastovurnar úr russiska høvuðsstaðnum.