Politisk umsiting
?Eg ætli mær at hava eitt vakið eyga við Jørgin Niclasen.
Heini O.Heinesen, leggur hart út í sínum nýggja starvi sum formaður í Landsstýrismálanevndini.
Landsstýrismálanevndin skal m.a. hava eftirlit við umsitingini hjá landsstýrisfólkunum.
Og tað uppgávuna ætlar hann sær at taka bókstaviliga.
Og hann tykist longu at hava fingið eitt serliga gott eyga til Jørgin Niclasen, landsstýrismann í fiskivinnumálum og hansara umsiting.
Heini O. Heinesen sigur, at hann hevur fingið varhugan av, at tað er í umbúna at seta ymisk tiltøk í verk á fiskivinnuøkinum, sum er í stríð við lógina.
?Men tað skal vera púra greitt, at eg fari at hava eitt vakið eiga við, hvat hendir. Og fer nakað fram, sum er í stríð við lógina, skal ongin ivi vera um, at eg fari at taka tað upp beinanvegin.
?So við hesum Jørgin Niclasen ávaraður, leggur hann afturat.
Útróðrarbátar til línubátar
Heini O. Heinesen sigur, at tað, hann hevur fingið frænir av, er, at ætlanin er at reiðarar ætla at leggja útóðrarbátar og at útvega sær línuskip ístaðin fyri.
? Hetta er ólógligt, tí í lógini stendur, hvussu stóran prosentpart av samlaða fiskiskapinum, hvør bólkur skal hava.
Eitt nú stendur, at línuskipini eiga 23% av toskinum og 28% av hýsini. Hinvegin eiga útróðrarbátar yvir 15 tons, 31% av toskinum, 34,5% av hýsuni og 11,5% av upsanum. Og útróðrarbátar undir 15 tons eiga 20% av toskinum, 23,5% av hýsuni og 6% av upsanum.
?Sostatt er stendur tað í lógini, hvussu stóran part av teimum ávísu fiskasløgunum, sum eru at fiska undir Føroyum, hvør bólkur av bátum eigur
Formaðurin í landsstýrismálanevndini sigur, at hendir so tað, at útóðrarbátar verða lagdir og línuskip útvegað ístaðin, verður tað ein spurningur, hvørjum skipabólki, tey skulu fiska prosentini frá- tvs. um tey framhaldandi skulu fiska av prosentunum hjá útróðrarflotanum, ella um tey skulu fiska av prosentunum, sum eru tillutað línuskipunum.
Samstundis fer tað eisini at økja um veiðitrýstið leggja útróðrarbátar og fáa línuskip ístaðin, og tað er eisini ímóti lógini.
Hann leggur afturat, at umframt at vera ímóti lógini, fer tað eisini at gera tað óliviligt hjá línuskipunum, tí tað er ivaleysa trongt sum er og tað er ikki pláss fyri fleiri línuskipum, serliga tá ið hugsað verður um, hvussu stóran prosentpart av fiskasløgunum, linuskipini eiga.
?Verða útróðrarbátar lagdir og gjørdir um til línuskip, verður fiskivinnumynstrið fullkomiliga broytt og tað er ikki heimild til.
?At fiskidagar verða fluttir ímillum bátar og skip í húkaflotanum eitt ár ísenn, er nakað heilt annað. At leggja útróðrarbátar og útvega sær línuskip ístaðin, er nakað heilt annað og tað haldi eg ikki er í samsvari við lógina.
? Og sum formaður í landsstýrismálanevndini, ætli eg mær als ikki at sita hendur og favn ímeðan tað verður gingið lógini ov nær á hesum øki, tí tað skal steðgast í føðingini, sigur Heini O. Heinesen.
Men sum Jørgin Niclasen sigur í aðrari grein her í blaðnum, skilir hann onki av tí, sum formaðurin í Landsstýrismálanevndini førir fram.....