Landsliðsmiðverjin í Víkingi, Atli Gregersen, skiftir um mánaðarskiftið til skotska felagið Ross County Football Club at spæla. Ross County spælir í næstbestu deildini í Skotlandi, og býurin liggur nærindis Inverness. Partarnir hava gjørt ein eitt ára sáttmála.
- Hetta er dreymurin, sum ikki vil doyggja. Eg havi spælt eitt sindur í Danmark, men telir ikki ordilga sum at spæla uttanlands. Mær dámar sera væl bretsku fótbóltsmentanina – hon er, sum eg plagi at siga, “gúppa og rópa kríggj”, sigur Atli Gregersen.
Altjóða royndir telja
27 ára gamli Atli Gregersen hevur spælt átta landsdystir fyri Føroyar – hann hevur millum annað roynt seg ímóti eitt nú Eysturríki, Serbia og Fraklandi, og hetta vigar nógv hjá skotunum.
Venjarin hjá Ross County Football Club, Derek Adams, leggur stóran dent á týdningin av royndunum hjá Atla Gregersen, serliga tí at liðið hjá Ross County sum heild er sera ungt, og at hann tí hevur nakrar góðar royndir við í skjáttuni, sum liðið og ungu leikararnir kunnu fáa ágóða av. Eisini verður dentur lagdur á ta fysiski hjáveruna, sum Atli hevur, tá hann er á vøllinum.
Byrjar 1. juli
Atli Gregersen byrjar í Ross County 1. juli, og hetta komandi árið skal hann so royna seg á høgum stigi í Skotlandi.
- Hetta var ein kjansur, sum eg mátti taka av. Eg vil ikki koma út fyri, at eg siti í Glitnir um 10 ár og sigi, at eg burdi verið farin avstað. Nú fari eg avstað, og so fáa vit at síggja, hvussu tað fer at ganga, sigur Atli Gregersen.
- Tað ræður um at trúgva upp á tað, og er tað nakað, sum eg havi, so er tað trúgv. Hetta verður ein stór avbjóðing og ein uppliving, og fyri okkum sum familju verður tað eisini gott at kunna verða nógv saman, sigur hann.










