Ætlar ikki at geva nøkrum ábyrgdina av at hjálpa teimum heimleysu

Ætlanin er heldur at bøta um trupulleikan sum heild

Tað er eingin myndugleiki, ella stovnur, sum hevur ábyrgdina av at hjálpa teimum, sum eru heimleys.

Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum.

Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hana um støðuna viðvíkjandi. Teimum heimleysu.

Og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, leggur afturat, at tað er heldur ikki ætlanin at seta nakra lóg í gildi sum áleggur nøkrum ávísum at hava ábyrgdina av heimleysum, tí hon hevur heldur hug at loysa bústaðatrupulleikan sum heild.

Hon vísir eisini á, at tað er so ymiskt, hvussu heimleys eru fyri.

– Tann mest álvarsama støðan er sjálvsagt hon, tá ið fólk als ikki hava nakran bústað og tí er tað umráðandi, at vit, sum samfelag, geva teimum alla tað hjálp og umsorgan, vit hava møguleika fyri, sigur landsstýriskvinnan.

Og hon sigur, at tíbetur er støðan tann, at tey, sum eru í hesi støðu, hava altíð atgongd til eina song og eitt baðiverilsi og til eina máltíð.

– Herbergið, Gloria og Blákrossheimið fáa sostatt ein stuðul á fíggjarlógini upp á 6,25 milliónir krónur til endamálið.

Heimloysi fevnir eisini um fólk ið búgva í einum ótryggum ella óhóskandi bústaði, ella hava fyribils bústað hjá familju ella vinfólki.

– Hevur tann støðan sosialar avleiðingar við sær, hevur Almannaverkið skyldu at veita hjálp, ráð og vegleiðing, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Hon vísir eisini á, at stakir uppihaldarar kunnu skriva seg upp á ein bráðtørvslista hjá Almannaverkinum til ein bústað.

Landsstýriskvinnan sigur, at hetta er orsøkin til, at ein skjótt arbeiðandi arbeiðsbólkur er settur at koma við ítøkiligum uppskotum til landsstýrið um, hvat kann gerast fyri at bøta um bústaðatrupulleikan.

– Arbeiðsbólkurin skal lata sína frágreiðing fyrst í komandi ári, og eg vænti, at eg stutt eftir kann koma við einari ætlan fyri øki, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Í løtuni eru eingin almenn hagtøl fyri, hvussu nógvir heimleysir persónar eru í Føroyum, og tað heldur hon er ikki nøktandi. Seinni ætlar hon sær sostatt eisini at fara undir at útvega hagtøl á økinum.