Ætlar Fynd at svara

Hesuferð hevur í einum brævið til bløðini um skiftistíðina stutt nortið við meiningarkanningarnar, sum verið hava.

 

Fyri Hesuferð: Kjartan Hoydal



Hesuferð hevur í einum brævið til bløðini um skiftistíðina stutt nortið við meiningarkanningarnar, sum verið hava. Hetta var sagt: Í Hvítubók segði ein av útrokningunum, at við fimtan ára skiftistíð bar til at niðurlaga blokkin uttan at henda tilgongd fekk avleiðingar fyri vælferðina ella fylgjur fyri samfelagsbúskapin sum heild. Illa undirbygdar meiningakanningar gjørdu síðani, at hetta áramálið ? fimtan ár ? fekk alt ov stóran politiskan týdning.

Fynd, sum ger hesar kanningar, átalaði beinanveg orðalag. Hesuferð sendi síðani bløðunum bræv 8. februar við hesum spurningum:

1. Hevur Fynd eina mannagongd, sum rættar fyri teimum frávikum, ?bias?, sum eru í samband við meiningakanningar, serliga tær um telefonina? Víst verður til tilfar úr øðrum londum um munin millum spurnarblaðskanningar og telefonkanningar, trupulleikan um øll ikki svara og annað mangt.

2. Nýtir Fynd ? kontrolspurningar? fyri at eftirkanna um fólk hava skilt spurningarnar rætt?

3. Hevur Fynd eina útrokning av óvissuni við kanningunum (?konfidensinterval?)?

4. Metir Fynd um spurningarnar og møguleikarnar fyri at fáa álitandi svar sum lýsa eina gongd, ella er tað ?kundin? (almennu fjølmiðlarnir og tey stóru bløðini) sum einsamallur avger hvussu spurningarnir skulu vera.

Fynd hevur enn ikki svarað hesum spurningum, sum mugu haldast hava stóran almennan áhuga.