Almennar útbyggingar
Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, ætlar framvegis at fáa so nógvar flokkar sum gjørligt at taka undir við langtíðar útbyggingarætlanini, sum samgongan arbeiðir við.
Tá er tað mest javnaðarflokkin hann hugsar um.
? Sambandsflokkurin hevur langt síðani boða frá, at hann er ikki sinnaður at vera við í arbeiðnum hjá samgonguni at gera eina langtíðar útbyggingarætlan.
Og Karsten Hansen heldur avgjørt ikki, at tað er ov seint at fáa javnaðarflokkin við, hóast tann eini javnaðartingmaðurin, Hans Pauli Strøm nú ein dagin segði í Sosialinum, at hann kundi spara sær ómakin.
Hetta segði løgtingsmaðurin, tí hann helt, at nú var nakað seint hjá landsstýrismanninum at gera vart við seg.
Hann vísti á, at nú fer fíggjarlógin til viðgerðar og enn hevur javnaðarflokkurin onki útspæl fingið frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum.
Og hann gjørdi eisini greitt, at javnaðarflokkurin ætlaði sær ikki treytaleyst at verða stuðulsflokkur hjá samgonguni í hesum máli og at flokkurin fór ikki at taka undir við eini útbyggingarætlan, sum flokkurin ikki hevði havt høvi til at ávirka.
Ikki ov seint
Karsten Hansen er ikki so svartskygdur um útlitini til at fáa eina breiða semju sum Hans Pauli Strøm er.
Hann sigur, at hann fer aftur at venda sær til javnaðarflokkin og hann heldur ikki, at tað er so langt ímillum partarnar.
?Vit hava tosað saman og vit hava givið teimum okkara útspæl fyrr í ár, eins og vit hava fingið eitt útspæl frá teimum.
? Eftir hesum at døma, er tað ikki so langt ímillum okkum.
Karsten Hansen vísir eisini á, at tað, sum stendur á fíggjarlógini, sum nú fer til prentingar, eru bara útbyggingarnar komandi ár og harafturat skal fíggjarlógin ikki samtykkjast, fyrrenn til jólar.
Men alt, sum er útyvir tað, er framvegis opið.
Karsten Hansen heldur, at tað er positivt, at javnaðarflokkurin vil vera við og hann sigur at tað er púra greitt, at hann aftur fer at venda sær til javnaðarflokkin.
Landsstýrismaðurin harmast um, at andstøðan ikki hevur verið meiri uppi í higartil, men tað hevur sínar orsøkir.
Orsøkin er, at tað hevur verið strilti at fáa samgonguna sjálva at semjast um eina slíka ætlan. Orsøkin er sostatt ikki, at ætlanin hevur verið at halda samgonguna uttanfyri.
?Tað er eyðsæð, at nógvur lokalpolitikkur kemur upp í eina slíka tilrættislegging. Og fyrrenn semja var í samgonguni, bar ikki til at fara til andstøðuna, sigur Karsten Hansen.