Ætlar at stilla uppaftur

Borgarstjórin í Vági heldur at enn hevur hann nakað at geva í politikki

Kommunuval

Vágur: Jògvan Krosslá, borgarstjóri í Vági, ætlar at stilla upp aftur á kommunvalinum.
Hann hevur játtað at vera á listanum hjá tjóðveldisflokkinum í Vági, men uppstillingin er ikki liðug enn.
Jógvan Krosslá er 62 ára gamal og nú eru tað 12 ár síðani, at hann kom uppí kommunupolitikk.
Hann varð fyrstu ferð valdu á valinum í 1992 og hann kom beint í eldin, tí hann gjørdust borgarstjóri beinanvegin og tað hevur hann verið síðani.
Sigast kann ikki annað enn at hann hevur verið ein av teimum kendastu borgarstjórunum í landinum.
Hann hevur stýrt Vágs kommunu ígjøgnum ringastu kreppu í søhguni og sum formaður í kommunusamskipan Føroya, hevur hann eisini gjørt vart við seg. Og nú Vágur aftur hevur er í fríum falli, ætlar hann ikki at blaka frá sær.
Hann heldur, at verður hann valdur, hevur hann framvegis nakað at geva í politikki.