Ætlar at stilla upp

Burmesiska demokratistríðskvinnan Aung San Suu Kyi ætlar sær at stilla upp á næsta eykavalinum til tjóðartingið. Tað sigur eitt talskvinna fyri flokk hennara, NLD.

Fríggjadagin samtykti NLD, at flokkurin skuldi skráseta seg, so hann kann stilla upp á tí komandi valinum. Síðani seinasta val hava myndugleikarnir broytt lógina, soleiðis at nú kunnu fólk, sum hava verið revsað fyri lógarbrot, stilla upp.

Hendan broytingin ger, at Aung San Suu Kyi kann stilla upp næstu ferð, og tað verður so fyrstu ferð síðani 1990, at hon stillar upp. Ta ferðina vann hon valið, men hernaðarstýrið sýtti fyri at lata valdið frá sær.