Ætlar at selja vrakið

Bilurin, sum Diana prinsessa doyði í, verður kanska lýstur til sølu í næstum.

Vrakið av bilinum, sum Diana prinsessa og Dodi Fayed doyðu í, stendur framvegis í einum bilhúsi hjá løgregluni í London, men nú hevur eigarin, Jean Francois Musa, biðið um at fáa vrakið aftur, tí hann ætlar at selja tað.

Við bretska blaðið Daily Mirror sigur eigarin, at hann hevur fingið fleiri fyrispurningar frá áhugaðum keyparum, og hann væntar at fáa einar tíggju mió. krónur fyri vrakið.

Løgreglan í London hevur ikki gjørt viðmerkingar til ætlanina hjá franska bileigaranum. Løgreglan hevur kannað bilvrakið síðani í fjør og skal eftir ætlanini lata einari serligari kanningarnevnd eina frágreiðing tann 14. desember.

Tað var í august í 1997, at Diana prinsessa og Dodi Fayed doyðu í einari ferðsluvanlukku í París, tá bilførari teirra royndi at sleppa undan nøkrum myndamonnum. Bilførarin slapp við lívinum, og tað vísti seg, at hann var ávirkaður av rúsdrekka.