Ætlar at reisa minnisvarða av fyrrverandi løgmanni

Skopunar kommuna ætlar at reisa minnisvarða av Peturi Mohr Dam

Skopunar kommuna hevur ætlanir um at reisa ein minnisvarað av fyrrverandi løgmann, Peturi Mohr Dam.

 

Tað segði borgarstjórin í Skopunar kommunu, Gerhard Lognberg, í samrøðu við Rás2 fríggjadagin.

 

Gerhard Lognberg segði, at hann hevði lagt eitt uppskot fram fyri kommununa um at reisa ein minnisvarða og eitt samt bygdarráð tók undir við ætlanini hjá borgarstjóranum.

 

Minnisvarðin skal standa skamt frá barnaheiminum hjá Peturi Mohr Dam í Skopun.

 

Petur Mohr Dam var føddur í 1898 í Skopun. Hann lærdi til lærara, men hann er best kendur, sum ein av av okkara fremstu politikkarum og í góð 40 ár, var hann aktivur politikkari fyri Javnaðarflokkin. Millum annað var hann løgmaður í tveimum umførum, frá 1958-1962 og frá 1967-1968.