Ætlar at rógva úr Evropa til Norðuramerika

Íslendingurin Kjartan Jakob Hauksson ætlar sær nú at rógva yvir um Atlantshavið. Hann ætlar sær at byrja í Evropa, haðani til Marokko og Kanarisku Oyggjarnar og so yvirum. Hann skal ikki hava nakran hjálparbát hjá sær.

 

-Eg ætli mær at rógva frá Kanarisku Oyggjunum til karibisku oyggjarnar, tí tað er tann stytsti teinurin, sigur Kjartan Jakob Hauksson við eitt íslendskt blað. Spurdur, um hetta ikki kann blíva ein hættislig ferð, svarar hann, at slík ævintýr hava ongantíð verið vandaleys, men at ferðin verður væl fyrireikað.

 

Kjartan Jacob Hauksson, sum er av Ísafirði, er kendur ítróttarmaður í Íslandi, tí hann var tann fyrsti, sum róði einsamallur runt um landið.