Ætlar at keypa Liverpool

Saudi-arabiski prins Faisal bin Fahd bin Abdullah ætlar sær nú at keypa helmingin av partabrøvunum í enska Liverpool. Faisal var millum áskoðararnar á Anfield Leygardagin, og í enskum miðlum verður gitt, at hann skal keypa partabrøvini frá George Gillett, sum saman við Tom Hicks eigur Liverpool. Sambært enskum miðlum er prísurin fyri partabrøvini millum 200 og 250 milliónir pund.