Eingin hevur gingið tvørtur um Reyðahavið, síðani Móses gjørdi tað á sinni, men nú ætlar eitt felag í Dubai at gera eina brúgv úr suðurendanum á Jemen til Djibouti. Brúgvin verður 29 kilometrar lomng, og kostnaðurin verður sagdur at vera einastaðni millum 50 og 100 milliardir krónur.
Hugskotið um fast samband tvørtur um Reyðahavið kemur frá einum felagi í Dubai, og høvuðsmaður aftan fyri tað er Tarik bin Laden. Hann er beiggi Osama bin Laden, men valdi eins og hini í ættini at kvetta alt samband við Osama, tá hann fór í hernað ímóti USA og kravdi saudiarabisku kongsættina frá.
-Tarik hevur hugsað um brúnna í mong ár, sigur sakførari og ráðgevi hansara, Jameel Murshed, við AP.