Spanski dómarin Baltasar Garzon heldur, at teir, sum byrjaðu kríggið í Irak, eiga at standa til svars fyri tað, sum er hent síðani. -Teir, sum tóku undir við George W. Bush og álopinum á Irak, hava líka stóra ábyrgd, tí teir hjálptu áleyparanum at elva til deyða og oyðingar, og hetta hevur hildið fram til í dag, skrivar Baltasar Gaezon í blaðgrein í dag.
Spanski dómarin gjørdist kendur um allan heimin, tá hann í 1999 royndi at fáa Bretland at útflýggja Augusto Pinochet, so hann kundi koma fyri rættin.
Tað seinasta árið hevur Baltasar Garzon havt frí frá sínum dómaraarbeiði, tí hann valdi at brúka eitt ár til at kanna altjóða yvirgang. Hann hevur sínar avgjørdu áskoðanir.
-Tá onkur brúkar bardagan ímóti yvirgangi sum sálkaskjól fyri at bróta altjóða fólkarættin er tað eitt oyðandi álop á sjálvt rættarsamfelagið og altjóða samfelagið, skrivar Baltasar Garzon í blaðgreinini í dag.