Ætlar at banna Taliban

Verður Asif Ali Zardari valdur til forseta í Pakistan, fer hann at banna Taniban at virka í landinum Asif Ali Zardari, sum var giftur við Benazir Bhutto, ætlar sær at stilla upp til tað komandi forsetavalið í Pakistan. Hann hevur fingið fullan stuðal frá Pakistanska Fólkaflokkinum, og hann er farin undir valstríðið.

-Pakistan skal ganga undan í bardaganum ímóti yvirgangi, og tað ber millum annað í sær, at vit skulu banna Taliban at virka í landinum, sigur Zardari við BBC.

Forsetaval verður í Pakistan tann 6. septembur. Tað er eitt sindur ivasamt, hvørja undirtøku Zardari hevur. Eitt nú er hann darvaður av, at hann hevur sitið átta ár í fongsli fyri svik.