Ætlanir hjá Putin fáa russisku stjórnina at leggja frá sær

Stjórnin í Russlandi leggur frá sær, meðan Vladimir Putin tekur avgerðir um framtíðina.

Russiska stjórnin leggur frá sær.

Tað upplýsir russiski forsætisráðharrin, Dmitrij Medvedev, í dag. Tað skrivar russiska tíðindastovan Tass.

Óvæntaðu boðini koma, stutt eftir at russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur hildið sína árligu røðu í tjóðartinginum.

Har boðaði hann frá broytingum í russisku grundlógini.

Medvedev greiðir í ríkissjónvarpi frá lið um lið við Putin, at stjórnin leggur frá sær fyri at geva Putin pláss fyri sínum ætlanum.

Putin takkaði samstundis Medvedev, sum hevur verið tættur samstarvsmaður hansara, fyri arbeiði sítt.

Putin sigur, at Medvedev fer at fáa nýtt starv sum varaformaður í russiska trygfdarráðnu, sum forsetin sjálvur stendur á odda fyri.

Millum valevnini til nýggjan forsætisráðharra er borgarstjórin í Moskva, Sergej Sobjanin, búskaparmálaráðharrin Maxim Oresjkin og orkumálaráðharrin, Alaxander Novak.

Sam bært russisku tíðindastovuni Ifax, hevur Putin biðið stjórnina um at røkja sínar uppgávur, til nýggj stjórn er skipað.

Avgerðin hevur fingið tíðindi at ganga um, at Putin kanska ætlar sær aftur at gerast forsætisráðharri, tá forsetatíð hansara er úti um fýra ár.

Tann 67 ára gamli Putin takkaði Medvedev, sum hevur verið trúgvur samstarvsfelagi hansara í fleiri ár.

– Eg takki tær fyri alt, sum er gjørt og vil vísa mítt nøgdsemi við tað, sum er vunnið, segði Putin.

– Ikki alt hevur eydnast, men tað ger tað ongantíð, legði hann afturat.

Fyrr í dag skjeyt Putin upp, at ein fólkaatkvøðua verður um eina nýskipan fyri russisku grundlógina, sum skal stykja støðuna hjá tjóðartinginum.

Tað fer at hava við sær, at tjóðartingið kann velja forsætisráðharran og fremstu ráðharrarnar. Tað er ein uppgáva, sum forsetin hevur í dag.

 

/ritzau/Reuters