Á fundi við umboð fyri BankNordik 20. jan. varð eg kunnaður um eina ætlan, sum BankNordik hevur arbeitt við viðvíkjandi bygging av Skálafjarðartunlinum. Orsøkin til, at BankNordik hevur tikið hetta stigið er, at framtíðin hjá P/F Skálafjarðartunlinum er meira enn ivasom í kjalarvørrinum av krakkinum í Eik.
Uppskotið er, at tað almenna setur á stovn eitt partafelag, sum skal eiga og reka Vágatunnilin og Norðoyatunnilin. Hetta almenna partafelagið skal so eisini byggja og reka Skálafjarðartunnilin. Eginognin og inntøkumøguleikarnir hjá felagnum verða so mikið góðir, at møguleikar fyri góðari og munandi bíligari fígging avgjørt eru til staðar.
Sjálvandi merkir hetta, at inntøkurnar frá Vágatunlinum og Norðoyatunlinum halda áfram, eftir at lánini eru afturgoldin. Hetta er fótongulin í uppskotinum hjá Bank Nordic, tí hvat fara vágafólk og norðoyingar at siga til, at tey skulu gjalda tunnilsgjald eftir, at tunlarnir eru afturgoldnir.
Hin vegin er Smyril goldin, men vit gjalda framvegis fyri at sigla, og tað sama kunnu vit siga um Teistan og aðrar farleiðir hjá SL.
Avbjóðingin er at gera inntøkurnar til almenna partafelagið meira samhaldsfastar. Kanska kundi gjaldið fyri báðar tunlarnar farið nakað niður, samstundis sum vit útbyggja inntøkumøguleikarnar av veganetinum til onnur knútapunkt í ferðsluni. Kanska til bergholið millum Kaldbaksbotn og Kollafjørð ella tvørtur um brúnna um Streymin.
Ein annar møguleiki er, at vit innbyggja eina kollektiva fígging til felagið yvir vegskattin, soleiðis at tað ikki bert verða vágafólk og norðoyingar, sum skulu standa fyri inntøkunum hjá almenna partafelagnum, meðan Skálafjarðartunnilin verður bygdur.
Megna vit hetta, og tað eiga vit at kunna, so kunnu vit sum almennur myndugleiki átaka okkum hesa uppgávu, sum tað almenna og ikki tað privata eigur og skal loysa.
Ein slík skipan kann so eisini gera tað møguligt, at vit longur út í framtíðina kunnu fara undir enn eina stóra verkætlan nevniliga um Skopunarfjørð. Inntøkurnar frá Skálafjarðartunlinum, tá hesin verður tikin í brúk, verða rættiliga stórar, og kann felagið tí fara í gongd við nýggjar uppgávur.
Hetta er á leið tann ætlan, sum vit høvdu í CHE-samgonguni. Eg haldi, at BankNordik veruliga hevur gjørt hol í sjógvin við hesum sera áhugaverda uppskoti til, hvussu vit í framtíðina kunna fíggja slíkar risa verkætlanir, sum ikki rúmast inni á fíggjarlógini.