Djurholm-kanningin
-Tað var ongantíð ætlanin, at Djurholm-kanningin skuldi koma til eitt úrslit.
Tórbjørn Jacobsen úr tjóðveldisflokkinum hevur púra onki álit á kanningini, sum nú er gjørd av embætisførsluni hjá Bjarna Djurholm, landsstýrismanni, í sambandi við Framtaksgrunnin.
- Kanningin hevur bara eitt endamál og tað var blástempla tey mistøk, sum eru gjørd. Í hesum førum er tað ein løgfrøðingur í sjálvari miðfyrisitingini, sum verður biðin um at kanna tann myndugleika, sum er omanfyri hann sjálvan.
Tórbjørn Jacobsen heldur eisini, at Sjúrður Rasmussen, sum hevur gjørt kanningina, tekur øll hugsandi fyrivarni.
- Hann vísir á, at talan er ikki um eina óhefta kanning. Hann vísir eisini á, at kanningin er ikki ein dómur, men ein óviss forsøgn um úrslitið av einum hugsaðum rættarmáli. Og hann vísir eisini á, at kanningin fevnir bara um tíðarskeiðið, sum hendan samgongan hevur sitið.
- Er kanningin ikki óheft, er hon heft. Og her er talan um eina kanning, har ein tænastumaður er biðin um at kanna sínar arbeiðsgevarar.
Avskornir frá at siga sína hugsan
Framsøgumaðurin hjá Tjóðveldisflokkinum staðfestir, at talan er meiri um eitt politisk mál enn um eitt løgfrøðiligt mál.
- Í hesum føri vil Løgmaður ikki fara longur aftur enn tíðina, hendan samgongan hevur sitið. Men Johan Dahl varð koyrdur frá fyri viðurskifti, ið lógu 15 ár afturi í tíðini og sum heldur ikki høvdu nakað sum helst við hansara politiska virki at gera.
- Og tá ið tíðarskeiðið undan hesi samgonguni ikki verður kannað, eru júst limir í nevndini fyri Framtaksgrunnin, sum hava verið serliga atfinningarsamir ímóti Bjarna Djurholm, avskornir frá at siga sína hugsan.
Tórbjørn Jacobsen sigur, at tað er sáddur so stórur ivi um hesa kanningina, at Tjóðveldisflokkurin ætlar ikki at sleppa málinum so.
Nú Løgmaður staðfestir, at hann hevur álit á Bjarna Djurholm, er ikki nógv hjá Løgtinginum sum so at gera.
- Ongin kann brúka hesa kanningina til nakað sum helst. Tí fara vit at mæla landsstýrismálanevndini til at taka málið upp og at áleggja løgtingsformanninum at seta ein óheftan kanningarstjóra at kanna málið til botns.
Hann sigur, at Tjóðveldisflokkurin hevur ein lim í Landsstýrismálanevndini og hann fer at reisa málið í nevndini.
Stingur djúpari
Sjálvur heldur Tórbjørn Jacobsen, at hetta er eitt mál, sum stingur djúpari.
- Alt hetta botnar í, at fólkaflokkurin hevur ikki verið til reiðar at offra Bjarna Djurholm og koyrdi Løgmaður hann frá, hevði grundarlagið farið undan samgonguni.
Nú er tað ikki bara undir hesi samgonguni, at spurningur er reistur um framferðina hjá Bjarna Djurholm mótvegis Framtaksgrunninum. Tað var longu gjørt í 2002 og tá var Tjóðveldisflokkurin í samgongu við Fólkaflokkin og Bjarna Djurholm og tá reisti tú sjálvir málið í Løgtinginum. Hví kannaðu tit ikki málið til botns tá?
- Tað kanst tú spyrja um. Men eg haldi ikki, at tað, sum var frammi tá, var so álvarsligt, at tað rættvísisgjørdi eina kanning. Tað er ikki fyrrenn nú, at gamli formaðurin í Framtyaksgrunninum, Dagmar S Joensen tekur blaðið frá munninum, at tað kemur fram, hvussu umfatandi málið er.
Nú sigur tú, at endamálið við kanningini hjá Løgmanni er politiskt. Er tað eisini politikkur hjá tykkum, tá ið tit finnast so harðliga at kanningini?
- Sjálvandi er hetta politikkur. Vit liva í eini politiskari verð. Tjóðveldisflokkurin er ikki ein dómstólur. Løgmaður segði Johan Dahl upp fyri tað, sum var farið fram fyri 20 árum síðani og tí skilja vit ikki, at hann framvegis hevur álit á Bjarna Djurholm, sum so nógvur ivi er sáddur um, sigur Tórbjørn Jacobsen.