Klokkan 9.15 í morgin byrjaði rættarmálið móti tí 44 ára gamla manninum, sum er ákærdur móti fíggjarsviki móti fyritøkuni Formula, har hann var bókhaldsleiðari.
Maðurin er hart kroystur av málinum, men samstundis hevur hann gjørt alt, hann hevur verið mentur til at fáa alt fram.
Kropsmálið hjá honum í rættinum í morgun segði týðuliga, hvussu ilt málið hevur gjørt og framvegis ger honum.
Nógvar flytingar
Hann er ákærdur fyri 4 ferðir at hava flutt pening frá Formula til EB/Streym, níggju ferðir at hava flutt pening frá Formula til sín sjálvs og víðari til EB/Streym, og ellivu ferðir tók hann pening út at gjalda útreiðslur hjá EB/Streymi.
Maðurin hevur alla tíðina játtað seg sekan.
Hann byrjaði at arbeiða hjá Formula í 1997, og á vári 2007nbleiv hann kassameistari í EB/Streymi.
Eingin í EB/Streymi spurdi um fíggjarligu støðuna, og hann stóð fyri øllum útgjaldingunum, eisini til spælararnar.
- Eingin uttan eg visti um hetta, segði hann.
Ákærin spurdi mannin, hvussu tað bar til, at hann byrjaði uppá allar hesar ólógligu flytingarnar frá Formula til EB/Streym.
- Hatta havi eg spurt meg sjálvan um fleiri ferðir, tí slíkt eigur man ikki at gera. Men eg sugi ikki at svara spurninginum, segði maðurin, sum sjálvur ikki fekk eina krónu burturúr. Alt var bara fyri at hjálpa EB/Streymi.
Hann varð eisini spurdur, hvat hann skuldi hava reiðan pening til sum kassameistari hjá EB/Streymi, og tá svaraði hann tað, sum nógv hava tosað um í fótbóltsheiminum:
Pengar undir borðið
- Onkrir spælarar skuldu hava pening undir borðið. Tað var til at gjalda spælaralønir fyri.
Maðurin segði seg alla tíðina hava vitað, at hetta ikki fór at ganga í longdini. Í fyrstani hevði hann flutt nakað aftur, men hann misti tamarhaldið, og sum tíðin leið, fekk hann tað verri og verri, og ein dag helt konan, at hann var overvaður og bað hann fara til lækna.
- Eg valdi sjálvur at siga frá og fór til stjóran í Formula og legði kortini á borðið. Hann var skelkaður og hevði ikki varnast nakað. Vit avtalaðu, at frægast var fyri allar partar, av vit í trúnaði gjørdu eina afturgjaldingaravtalu. Afturfyri skuldi Formula ikki melda. Tað var ikki fyrr enn aftaná, at ein triði partur meldaði, segði ærligi maðurin í rættinum.
Ta var sostatt ein triði persónur, sum meldaði. Hvørki grannskoðanin hjá EB/Streymi ella Formula hevði narnast nakað, hóast upphæddirnar vóru so stórar.