Har stóð hann. Sum spældi hann ikki við. Eingin ansaði Pætur Dam Jacobsen, sum hevði ríkiligt av plássi, fáar metrar frá málinum. Einfalt og lætt stýrdi hann bóltinum í málið við høvdinum eftir hornaspark. Klokkan vísti 15 minuttir.
»Zone-uppdekkingin«, sum tað verður rópt á fótbóltsmáli, tá verjuspælararnir hava ábyrgdina av einum ávísum plássi, tá mótstøðuliðið hevur hornaspark ella fríspark, miseydnaðist. John Petersen, annar av venjarunum hjá B36, sigur, at ætlanin er bæði at mansverja og brúka »zone-uppdekking«.
– Eg veit ikki reiðiliga, hvat fer fram. Pætur er púra leysur av okkara verjuspælarunum. Hatta var ikki nóg gott, slær John Petersen fast.
Ansaðu eftir
Útgangsstøðið hjá B36 var varið. Mikkjal Thomassen og John Petersen, sum standa á odda fyri liðnum, hava ongar veruligar vengir at ráða yvir, uttan Jákup á Borg, sum var skaddur hesaferð, og Høgna Eysturoy. Úrslitið er, at B36 spælir við ongum vengrum, men við einum verjukendum miðvallara, tveimum mitt fyri, og einum framrættaðum miðvallara. Kenneth Jacobsen og Símun Joensen røktu uppgávurnar sum vongverjar og vóru tískil einsamallir í hvør sínum borði. Teir tóku sjáldan lut í spælinum, tá B36 royndi at hótta. Tað var tilvitað.
Málið fekk stóran týdning. Ætlanin kollsigldi hjá heimaliðnum. Uppleggið var at halda gestunum burtur frá málinum og taka av einum av sínum málmøguleikunum.
– Vongverjarnir vóru ikki framrættaðir, tí vit vildu binda um heilan fingur. Vit vistu, hvørjum vit spældu ímóti. Tað gongur við rúkandi ferð, tá EB/Streymur fer í skjótálop, og tað er skjótt, at tú kemur í trupulleikar. Vit søktu at málinum hjá teimum, men tíverri fingu vit ikki mál, sigur John Petersen.
Tað riggaði annars væl. Sundalagsmenn fingu ongantíð ferð á sítt spæl. Stríshugaðu miðvallarnir, Klæmint Matras og Heini í Skorini, vunnu fleiri nærdystir, og EB/Streymur fekk sjáldan gagn av bóltførleikanum hjá Hans Paula Samuelsen.
Við yvirlutan
B36 var meira á bóltinum fyri steðgin. Spælið var hinvegin lítið skipa, og tað tóktist torført at fáa tamarhald á bóltinum, sum ferðast skjótt á váta graslíkinum. Sundalagsmenn vóru stinnir og góvu mótstøðumonnunum lítið pláss. Einasta hóttanin var, tá Heini í Skorini fór til stroks, sneiddi fram við mótstøðuleikara og smekkaði til, væl uttan fyri brotsteigarmarkið. René Torgarð stýrdi bóltinum til hornaspark.
John Petersen er greiður.
– Vit eru omaná í fyrra hálvleiki, men seta ongantíð málverjan hjá teimum undir veruligt trýst. Vit eru nær við eftir steðgin, men teir hava eisini møguleikar at økja um leiðsluna, sigur hann.
B36 setti EB/Streym undir eitt sjálvsagt trýst seinastu løtuna. Gestirnir vildu verja sína leiðslu, meðan heimaliðið visti fullvæl, at eydnaðist tað ikki at fáa mál nú, so høvdu teir ongan leiklut í fjórðingsfinalunum. Seinasta royndin var at flyta verjuspælaran Jonas Flindt Rasmussen fram í álopið, men tað bøtti lítið um støðuna.
Innskifti Bárður Olsen økti um leiðsluna í tíðini, dómarin hevði lagt afturat. Miðvallarin, sum spældi við B36 í fjør, fekk bóltin á brotsteigarmarkinum eftir skjótálop og smekkaði til. Meinhardt Joensen hevði ongan møguleika at verja fyri.
- - -
Tí fór Anghel av vøllinum
Øll fingu ein skelk, tá Sorin Anghel brádliga fall í óvit, tá sjey minuttir restaðu í av vanligu leiktíðini í gjár. Hann varð fluttur av vøllinum alt fyri eitt. Hann fekk ein albogan undir vangan í einum nærdysti og misti viti.
Anghel varð fluttur á sjúkrahús, men hann er komin fyri seg. Bárður Olsen, sum økti um leiðsluna, loysti hann av.
- - -
Púra óroyndur bonkur
Venjararnir hjá B36 framdu onga útskifting í royndini at fáa útjavnandi málið í gjár. Einasti framrættaði spælarin millum útskiftararnar var 22 ára gamli Sigurð Carlsson, sum hevur spælt tríggjar ferðir í bestu deildini.
Hinir vóru Rúnar í Lon Jacobsen, John Hansen og Ámund Nolsø, sum ikki eru drúgvir í bestu deildini.
Tá hevði Heðin Askham, venjari hjá EB/Streymi, munandi fleiri møguleikar. Hann hevði Brian Olsen, Leif Niclasen og Bárð Olsen, sum hava roynt seg á landsliðnum fyrr, umframt unga Arnar Dam, at velja ímillum.