Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum, og í bústaðarmálum, hevur áður boðað frá, at hon ætlar sær ikki at gera nakra lóg sum ásetur, hvør skal hava ábyrgdina av heimleysum í Føroyum.
Tað gjørdi hon greitt í Løgtinginum her fyri. Og nú ein dagin, Løgtingið viðgjørdi eitt uppskot frá Tjóðveldi um at áseta við lóg, hvør hevur ábyrgdina av heimleysum í Føroyum, staðfesti, hon, at at í so máta er eingin broyting í væntu.
Tvørtur ímóti ætlar hon at brúka kreftirnar upp á loysa bústaðarneyðina kring landið. Men tað arbeiðið fekk eitt skot fyri bógvin nú koronakreppan kom herjandi á okkum.
Annars varð ein arbeiðsbólkur settur við tí endamálið at koma við uppskotum um, hvussu bústaðarkreppan kann loysast.
Arbeiðsbólkurin var liðugur fyri tveimum mánaðum síðani, men tað var týðiligt, at tað var stór ósemja um, hvussu trupulleikin skal loysast.
Men landsstýriskvinnan heldur ikki, at tað er vist, at tað er nakar vansi, tí so hava vit fleiri sjónarmið at arbeiða við, sigur hon.
Hon segði, at ætlanin var at taka málið upp í Landsstýrinum beinanvegin, men so fingu vit korona, og tað yvirtók alt tað politiska arbeiðið.
Tí hevur tað arbeiðið ligið stilt síðani, Men Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sigur, at so skjótt hendan kreppan er av, fer hon at taka málið upp fyri at vita, hvat landsstýrið og samgongan kunnu semjast um á hesum øki.
Í hesum sambandi helt Erhard Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, at tað er alneyðugt, at bústaðarneyðin ikki verður gjørd til eitt vinnupolitiskt mál burtur av.
– Gera vit tað, verða tað fleiri fólk, sum detta fólk niður ímillum, tí treytin fyri privatari vinnu er, at hon skal geva avkast.
Tí er bústaðarneyðin eisini ein spurningurin um sosialpolitikk og sostatt er eisini neyðugt við Bústøðum at byggja íbúðir til tey, sum ikki hava so góð ráð.
– Tað er ikki ein spurningur um antin ella, men tað er ein spurningur um bæði, sigur Erhard Joensen.
– Skulu vit hava ein vælvirkandi bústaðarmarknað fyri tey, sum ikki hava so góð ráð, skal útboðið av bustøðum verða eini trý til fimm prosent størri enn eftirspurningurin er. Og tað skal vera endamálið við bústaðarpolitikkinum hjá landsstýrinum, tí tað hevði tálmað príshækkingunum, heldur Erhard Joensen.