Ætlanin at gera undirsjóvartunnil skal broytast

Formaðurin í vinnunevndini vil hava arbeiðið ígongd sum skjótast

?Eg taki ikki undir við uppskotinum um fast samband um Vestmannasund, soleiðis sum tað nú er orðað.

? Men eg vil hava arbeiðið ígongd sum skjótast.

Tað sigur Heini O. Heinesen, løgtingsmaður.

Og hann fær uttan iva eitt stórt orða at siga, hvussu málið endar.

Tí í dag skal tingið viðgera uppskotið um fast samband um Vestmannasund.

Og aftaná viðgerðina er ongin ivi um, at tað verður beint í vinnunevndina til viðgerðar.

Og har er júst Heini O. Heinesen formaður.

Og hann ger púra greitt, at hann fer ikki at taka undir við málinum, soleiðis sum tað nú er orðað.

? Men tað merkir ikki, at eg eru ímóti at gera undirsjóvartunnilin.

? Tí eg vil hava arbeiðið ígongd sum skjótast.

Heini O. Heinesen sigur, at veruleikin er, at hevði Landsverkfrøðingurin sloppið at hildið fram, har hann gavst seinast í áttatiárunum, so var borin komin í minsta lagið undir hálvt sundið nú.

? Men tað slapp hann ikki. Tvørturímóti varð hann sagdur úr starvi.

? Og avleiðingin er, at hóast hetta valskeiðið nú er hálvrunnið, er spaðin ikki settur í enn, hósat tað var klárt at bora, tá ið vit tóku við, sigur formaðurin í vinnunevndini.

Hann ivast stórliga í heimildini hjá landsstýrinum í at stovna eitt partafelag til at standa fyri undirsjóvartunlinum.

Einasta grundarlag undir partafelagnum er nakrar reglur í eini viðmerking til eina eykafíggjanarlóg.

? Soleiðis, sum ætlanin er at fara fram, er hetta beinleiðis at flyta fíggjarmál hjá landskassanum yvir í eitt partafelag undir vinnumálastýrinum.

Heini O. Heinesen sigur, at hann dugir framvegis ikki, at skilja, hví tað skal vera neyðugt at draga útlendsk feløg til Føroyar at gera arbeiðið.

Heini O.Heinesen sigur, at í vinnunevndini fer hann at royna at finna meiriluta fyri ymsum broytingum.

? Men eg ætli kortini at gera tað soleiðis, at arbeiðið kann fara ígongd sum skjótast.

? Hann leggur dent á, at fær hann ikki undirtøku fyri hesum broytingum, fer hann heldur ikki at atkvøða fyri málinum.

? So mugu onnur samtykkja tað uttan mína hjálp, leggur formaðurin í vinnunevndini afturat.

Hann vil ikki siga nágreiniliga, hvørjar broytingar, hann fer at skjóta upp, tí tað fer hann at leggja fyri vinnunndina fyrst fyri at finna tað størst møguliga undirtøku.

Tó sigur hann, at eftir hansara tykki eru bara tvær leiðir at ganga.

? Antin ger Landsverkfrøðingurin arbeiðið og sleppur at halda fram, har hann slepti Ella verður tað Landsverkfrøðingurin, sum bjóðar arbeiðið út og hevur við tí. Men um tað so verður lagt í eitt partafelag undir hesum treytunum, er ongin trupulleiki.