Á hesum síðum er skrivað nakað um, hvørjir trupulleikar tað eru, sum hava viðført, at tað nú er vorðið munandi truplari hjá føroysku ítróttarfeløgunum at fáa útlendsk ítróttarfólk til landið.
Í løtuni tykist stóri knúturin í hesum at vera útspælið til seravtalu, sum landsstýrismaðurin hevur sent donsku myndugleikunum. Eitt uppskot, sum nógv feløg hava mett sum alt ov krevjandi.
Tað er tó nógv, sum bendir á, at talan hjá landsstýrismanninum her hevur verið at funnið eitt kompromis millum trýstið frá ávíkavist ítróttinum og arbeiðsmarknaðinum.Uppskotið inniber í stuttum:
<sum$?$end$!$At avvarandi ítróttarfelag átekur sær at rinda útlendska íðkaranum tað, sum í minsta lagi svarar til 60% av eini arbeiðsmannaløn. Hetta er í uppskotinum ásett til 2.300 kr. um vikuna.<BR><sum$?$end$!$Í hesum tali kann felagið tó innrokna tær útreiðslur, sum kunnu standast av at útvega t.d. bústað, eins og ferðaútreiðslur v.m., sum eru tengdar at íðkaranum kunnu roknast við í hesum tali.<BR><sum$?$end$!$Tað stendur frítt hjá umsøkjaranum, um innferðarloyvi verður givið, at hava annað arbeiði við síðuna av. Einasta treytin er framhaldandi, at felagið heldur sína skyldu um 2.300 kr. um vikuna.