Ætlan um at byggja íbúðir í Havn er nógv minkað

Ístaðin fyri stórfingnu ætlanina um at byggja 50 íbúðir, verður nú bara góð helvtin bygd - men parkeringsøkið verður nógv størri

Tað er nú alt, sum bendir á, at stórfingna ætlanin um at byggja 50 íbúðir á Frúutrøð í Havn, verður av ongum.

Ætlanin var at byggja íbúðirnar á Frúutrøð nú Musikkskúlin flytir, men tá ið Tórshavnar Býráð lýsti arbeiðið leyst, varð tað eingin sum hættaði sær undir tað.

Somuleiðis mótmæltu grannar eisini harðliga tí tey hildu ikki, at pláss er fyri so nógvum íbúðum á tí økinum, umframt at tey stúrdu fyri parkeringini.

Men síðani hevur býráðið eisini havt samband við Bústaðir um at byggja íbúðir á økinum, og býráðið sigur, at tað eru tey í Bústøðum áhugað í.

Í hesum sambandi hevur verið arbeitt við fýra uppskotum, sum fevna úr 12 til 34 íbúðir, og sum eisini nevna møguleikan at varðveita Musikkskúlan og gera hann til borgarahús, ella býarsavn.

Men fyribils er niðurstøðan í býráðnum at byggja 34 íbúðir, har hvør íbúðin er 70 fermetrar í tveimum hæddum.

Samstundis verður parkeringskjallari gjørdur í tveimum hæddum, har hvør hæddin tekur 70 bilar.

Hetta er tað, ætlanin nú er at arbeiða víðari við, men tey staðfesta samstundis, at fyribils er talan um eitt fyribils uppskot, sum kann broytast rættiliga nógv sum frálíður.

Bústaðir hava víst á ynski um at skipa verkætlanina á líknandi hátt, sum samstarvið við Finsen varð skipað, har Bústaðir og kommunan vóru felags um útreiðslurnar og tí sigur býráðið, at tað verður neyðugt at útgreina fíggjarligu skyldurnar hjá hvørjum parti sær.

Býráðið fer nú at taka støðu til, hvat skal henda víðari í málinum.