Ætlan skal gerast fyri miðbýin

Verði eg afturvald til býráðið, fari eg at arbeiða fyri at gera eina ætlan fyri, hvussu miðbýurin skal skipast og mennast

Við miðbýin meini eg alt tað, sum er innan fyri ringvegin, men serliga økið úr Álakeri yvir til Skansan og av Kongabrúnni og úr Vágsbotni niðan í Gundadal. Tað er sera týdningarmikið, at vit aftur fáa lív í Miðbýin, sum avgjørt hevur kent betri dagar.

Okkurt er hóast alt hent. Økið í Vágsbotni er fríðkað, Hvonn setur lív í, og Reinsaríið er blivið eitt spælistað. Men tað kann gerast nógv betri. Og hetta skal eg arbeiða fyri í næsta valskeiði. Sret X við lista C.