Russiska ákæruvaldið vil sleppa til London at avhoyra útlagnar russar, sum hava fingið uppihaldsloyvi í Bretlandi.
Bretar og russar leita framvegis eftir tí ella teimum, sum beindu fyri fyrrverandi KGB-manninum Alexander Litvinanko. Longu stutt eftir drápið vildu bretsku myndugleikarnir vera við, at boðini um at beina fyri Litvinenko vóru komin úr Russlandi, og Scotland Yard slapp at senda menn til Moskva at gera kanningar.
Nú vil russiski ríkisadvokaturin, Yuri Chaika, sleppa at senda sínar menn til London at gera kanningar í málinum. Sambært bretska blaðnum The Times hevur hann boðað Scotland Yard frá, at russar vilja fegnir sleppa at avhoyra nakrar útlagnar russar, sum hava fingið uppihaldsloyvi í Bretlandi.
-Tað er ikki óhugsandi, at tað vóru russiskir borgarar, sum búgva uttanlands, ið myrdu Litvinenko, sigur Yuri Chaika við blaðið.
Russiska ákæruvaldið hevur ein lista við nøvnunum á umleið hundrað russum, sum búgva í Bretlandi, og fleiri teirra hava longu biðið bretsku løgregluna um vernd, skrivar The Times.
Yuri Chaika vil ikki siga, um russisku myndugleikarnir hava illgruna til nakran ávísan persón, men sambært bretska blaðnum er eingin ivi um, at russiska ákæruvaldið hevur serligan áhuga í ríkmanninum Boris Berezovsky, sum býr í London. Berezovsky hevur fleiri ferðir funnist at russiska forsetanum, Vladimir Putin, og ein talsmaður hansara sigur, at hann stúrir fyri at verða eitraður, sleppa russiskir agentar at avhoyra seg.
Viðurskiftini millum Bretland og Russland eru kølnað aftan á morðið á Alexander Litvinenko, og The Times væntar, at tey fara at kølna uppaftur meiri, nú russar vilja vera við, at morðið varð lagt til rættis í Bretlandi, og at teir seku halda til har.










