Amerikanska løgreglan hevur tikið tveir ungar menn, tí teir høvdu keypt vápn og sagt, at teir ætlaðu at søkja at einari jødiskari synagogu í New York. Borgarstjórin í New York, Michael Bloomberg, sigur, at menninir ætlaðu at søkja at einari synagogu á Manhattan.
Hann sigur, at menninir keyptu tríggjar skammbyrsur, lóður og eina hondgranat. Men teir vistu ikki, at teir keyptu vápnini og lóðurið frá einum løgreglumanni, ið segði seg vera vápnahandilsmann.
Teir tiknu eru ávikavist 26 og 20 ár og eru føddir í Algeria og Marokko. Sambært tíðindastovuni AFP kunnu teir fáa lívlanga fongsulsrevsing, verða teir dømdir fyri yvirgangsætlanir.