Við ellivu móti tíggju tóktist GÍ annars vera væl ávegis til at geva HB dystin fyri einki, og Sámal ásannaði, at teir ta einu løtuna ikki vóru nóg hvassir.
- Vit bakka ov langt, eftir at vit hava javnað, og tað gevur teimum pláss. Samstundis gera vit onkra útskifting, og tí verða avtalurnar ikki hildnar, tá teir skora eftir deyðbólt.
Men tit koma so aftur í aftur, tá HB fremur tvey mistøk. Var hetta kanska úrslit av, at HB hevði nýtt ov nógvar kreftir við tíggju monnum?
- Tað havi eg ikki ánilsi fyri. Hjá okkum telja øll mál eins nógv, og hasi vóru kærkomin. Vit høvdu sett nøsina upp eftir seks stigum um páskirnar, men fýra stig úr tveimum útidystum er nú heldur ikki heilt so galið, helt Sámal Joensen.
---
Katastrofalt
HB-liðskiparin ivaðist ikki, tá vit spurdu hann um eina viðmerking, nú HB einki fekk burtur úr tveimum heimadystum um páskirnar.
- Hetta er katastrofalt. At tvey lið skora trý mál hvør móti okkum í Gundadali kann á ongan hátt góðtakast.
Málini hjá GÍ koma eisini fyri ein part av mistøkum frá tykkara síðu. Er sjálvslátið kanska skeiklað nakað eftir dystin móti B71?
- Nei. Kanska er tað heldur hinvegin, at vit hava ov gott sjálvsálit og arbeiða ov lítið fyri sakini. Tú sært í dag, at GÍ gerst vandamikið, men sum hvørja ferð teir eru nærkast brotsteiinum, og tá er okkurt galið hjá okkum. Tað er nakað, sum vit mugu arbeiða við, men í aðrar mátar ræður nú um hjá okkum at taka ein dyst í senn, helt Jákup á Borg.