Ætlaðu sær til USA at fremja yvirgang

Millum 10 og 20 limir í al-Qaeda ætlaðu sær til USA sum lesandi, men ørindini vóru at fremja yvirgang á amerikanskari jørð.

Tað vóru limir í iraksku deildini hjá al-Qaeda, sum høvdu lagt ætlanina, men hon bleiv avdúkað, tá amerikanskir hermenn rannsakaðu eini hús seinasta summar. Í pappírum, sum hermenninir funnu, vóru fleiri ætlanir um álop á mál í USA.

Sambært sjónmvarpinum ABC News vórðu pappírini handað herleiðsluni í Irak, men bara teir ovastu leiðararnir har og í Washington fingu nakað at vita um innihaldið. Eftir tí, sum nú er likið út, skuldu millum 10 og 20 limir í al-Qaeda fara til USA sum lesandi.

Lærdu háskúlarnir í USA hava fingið strong boð um at halda eit vakið eyga við útlendskum lesandi, sum ongantíð koma fram, ella sum hava ilt við at møta til undirvísing. Í august í fjør høvdu ellivu egyptiskir studentar fingið pláss á einum lærdum háskúla í Montana. Tað vísti seg, at teir vóru komnir til USA, men tá teir ikki komu til undirvísingina, fór løgreglan at leita eftir teimum og handtók tey.

Pappírini, sum vórðu funnin í Irak, vórðu funnin um somu tíð, sum leiðarin hjá al-Qaeda í Irak, Abu Musab al-Zarqawi, bleiv skotin, og ABC News veit at siga, at menninir, sum skuldu til USA, høvdu tilknýti til al-Zarqawi.

Sambært ABC News er einki, sum bendir á, at nakar av monnunum varin farin til USA, áðrenn ætlanin bleiv avdúkað.