Ætlaðu sær FM men kunnu liva við bronsu (FM1)

(FM1) Málsetningurin helt ikki heilt hjá NSÍ, men formaðurin, Dánial Hansen heldur seg hava nógv at fegnast um kortini

##med2##

Málsetningurin hjá NSÍ var at vinna FM-gull, men tá tað kiksaði var tað góðtikið at standa við bronsuheiðursmerkjum og møguleikanum at spæla Europa League undankapping komandi summar. Hetta staðfestir formaðurin í NSÍ, Dánial Hansen.

NSÍ vann FM fyri U21-lið, og somu ungu evnaríku leikarar vunnu bronsu í 1. deild, so NSÍ hevur nógvar evnaríkar spælarar, ið kunnu herða kappingina um plássini á besta liðnum.

Í yngru deildunum sær eisini gott út hjá NSÍ, so hóast FM-møguleikin glapp kann Dánial Hansen fegnast um nógvar lutir hjá NSÍ.

Guðjón Tórðarson hevur eitt ár eftir av sáttmálunum sum høvuðsvenjari hjá NSÍ. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra tað sum Dánial Hansen segði í sendingini "Triði Hálvleikur" á FM ígjár. 

(Formansrunda: Dánial Hansen, NSÍ)