Uppleggjarin og seinni málskjúttin hjá B71, Símin Hansen, fegnast um tey trý stigini hansara menn fingu skava saman á Argjum í gjár.
– Hasin dysturin er av tí slagnum, sum skal vinnast, so tað var bara óført, sigur Símin Hansen fegin.
– Vit ætlaðu at fáa eitt skjótt mál beinanvegin og tað riggaði. Tað plagar annars at vera soleiðis, at vit eru aftanfyri næstan áðrenn dysturin byrjar, men nú var beint øvugt, sigur Símin, sum heldur, at sigurin var fult uppiborin.