Menningarætlan
? Eg haldi, at hetta var eitt kærkomið tilboð til Vágbingar. Tí kom tað óvæntað, at Vágs Býráð ikki tók av.
Eisini Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, er bilsin av at Vágs Býráð ikki tók av tilboðnum frá landsstýrinum um at flyta miðnámsskúlan til Hovs og heldur byggja røktarheim á stykkinum, sum er grivið út til miðnamsskúla.
Hann sigur, at Hetta var ein liður í royndunum hjá landsstýrinum at seta tiltøk í verk, sum kunnu menna Suðuroynna.
? Ætlanin var at leggja eitt heildaruppskot fyri Vágs Býráð, sum hevði verið eitt stórt framstig fyri Suðuroynna, og serliga fyri Vág og syðru helvt sum heild, sigur Hans Pauli Strøm.
Samstundis er hetta eitt tilboð, sum hevði loyst nakrar ítøkiligar trupulleikar.
? Annar parturin í tilmælinum var at loysa hølistrupulleikarnar hjá miðnámsskúlanum og heilsuskúlanum. Høvdu báðir skúlarnir verið fluttir til Hovs, høvdu vit sloppið undan at bygt tveir skúlar.
Men hin parturin var at seta eina tænastu á stovn í Vági, sum alstórur tørvur er á.
Hans Pauli Strøm sigur, at tilboðið til vágbingar var, at stykkið, sum er grivið út til miðnámsskúlan, skuldi heldur brúkast til eitt røktarheim.
Tað, sum er goldið fyri útgrevsturin, kundi eisini inngingið sum parturin hjá kommununi av byggingini.
Suðuroy ringast fyri
? Suðuroyggin er ein partur í landinum, sum er eina ringast fyri til ellis- og røktarheimspláss. Ein tørvsmeting fyri nøkrum árum síðani vísti, at tørvurin er á gott 40 plássum.
Hans Pauli Strøm sigur, at serliga stórur er tørvurin á røktarheimsplássum.
Og tað var júst tilboðið til Vágs Býráð.
? Vit skutu upp at ístaðin fyri miðnámsskúla, skuldu vit byggja eitt røktarheim til 35 fólk í Vági.
Hann sigur, at trupulleikin við eldrasambýlunum er, at tey eru ikki útgjørt til at taka sær av røktartørvum.
Tí her hetta ein íløga sum tað avgjørt er brúk fyri, samstundis sum hon kundi lætt trýstið á sambýlini.
? Men eitt røktarheim krevur eisini rættiliga nógv starvsfólk. Tað krevur eitt starvsfólk fyri hvørt búfólk. Sostatt hevði talan verið um eini 35 almenn starvspláss, sum vit ætlaðu at seta á stovn í Vági.
Hans Pauli Strøm sigur, at talan er um 35 góð arbeiðspláss, sum krevja útbúgving til sjúkrarøktarfrøðingar o.s.fr. Talan er eisini um 35 arbeiðspláss, sum eru fullkomiliga óávirkað av sveiggjum í búskapinum og vánaligum fiskiskapi. Tí er hetta 35 trygg og støðug arbeiðspláss, við hampiliga góðum inntøkum.
? Og tað er fyri nógv størsta partin arbeiðspláss til konufólk, sum stórt trot er á.
Hans Pauli Strøm sigur, at fyrimunurin hjá kommuni er eisini tann, at kommunurnar partur av byggingini er lítil, tá ið tað snýr seg um røktarheim og harafturat betalir landið allan raksturin.
? Sostatt hevði tað borið til at skapt rættiliga nógv arbeiðspláss fyri eina lutfalsligalítla íløgu.
Hann sigur, at tey 35 størvini høvdu tilsaman fingið eina løn upp á 15 milliónir um árið, sum so høvdu komið í umfar í Suðuroy, umframt inntøkurnar av skattinum.
Men vágbingar siga, at tað hevði bara ført við sær, at teir vágbingar, sum arbeiða á sjúkrahúsinum og ellis-og røktarheiminum á Tvøroyri, høvdu bara flutt suður og so hevði ongin vinningur verið sum so?
? Lat so nakrar vágbingar skifta starv. Men so má onkur annar setast í starv á Tvøroyri.Og tað skerst ikki burtur, at her er talan um 35 nýggj, almenn arbeiðspláss í Vági og tað átti at verið kærkomið, sigur Hans Pauli Strøm.
Og av tí, at grundstykkið er at kalla klárt og grivið út, kundi arbeiðið farið ígongd beinanvegin, leggur hann afturat.
Men ístaðin fyri at taka av hesum tilboðnum, boðaði Vágs Býráð frá, at tað hevði onki ímóti, at landsstýrið helt fram atbyggjarøktarheimið á Tvøroyri út.
Eitt serligt tilboð
Hans Pauli Strøm sigur, at hetta var eitt serligt tilboð til Vágbingar í eini roynd at skapa arbeiðspláss og menning í økinum.
Men taka vágbingar ikki av, verður nýtt røktarheim heldur ikki bygt í Suðuroy - í hvussu so er ikki enn.
?Taka vágbingar ikki av tilboðnum, dettur tilboðið burtur og so verður røktartørvurin í Suðuroy mettur í eini heild, saman við tørvinum í øllum landinum og so er ikki til at siga, hvar málið endar, sigur Hans Pauli Strøm.
Sí eisini samrøður við Johan Dahl, Jógvan á Lakjuni, Løgmann og borgarstjóran í Vági