Yvirgangur
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
---
Teir tríggir bretarnir vórðu tiknir um somu tíð, sum fleiri fólk vórðu tikin í Danmark og Bosnia, tí illgruni er um, at tey høvdu ætlanir um yvirgang.
Í Bosnia hevur løgreglan tikið ein 18 ára gamlan mann, sum hevur svenskan ríkisborgararætt. Svenska blaðið Expressen skrivaði í gjár, at maðurin hevur havt samband við teir tríggjar menninar, sum vórðu tiknir í London, og at teir høvdu fyrireikað atsóknir at Hvítu Húsunum og Kongressini í Washington. Sambært blaðnum fann bosniska løgreglan myndir av Hvítu Húsunum heima hjá svianum.
Tann 18 ára gamli maðurin hevur búð í Svøríki, men sambært bosnisku myndugleikunum flutti hann til Bosnia, har hann fór upp á ein bólk, sum hevur havt samband við umboðsmannin hjá al-Qaeda í Irak, Abu Musad al-Zarqawi.
Í Danmark sita sjey fólk í varðhaldi. Danska løgreglan hevur higartil sagt, at tey eru undir illgruna fyri at hava havt ætlanir um yvirgang í Evropa.