Ætlaðu at søkja at Melodi Grand Prix

Myndugleikarnir í Aserbajdsjan siga nú, at teir forðaðu fyri einari yvirgangsatsókn um vikuskiftið, tá Melodi Grand Prix var í høvuðsstaðnum har, Baku. Trygdarmyndugleikarnir siga, at fleiri fólk, sum eru undir illgruna fyri at hava verið uppi í ætlanini, eru handtikin.

-Tað týdningarmesta málið hjá bólkinum var at fremja eina yvirgangsatsókn, meðan Melodi Grand Prix var, sigur trygdarmálaráðið og leggur afturat, at 40 limir í bólkinum eru tiknir.

Sambært myndugleikunum ætlaðu yvirgangsfólkini at søkja at konserthúsinum í Baku, har Grand Prix'ið var. Ein annar partur av ætlanini var at myrða forsetan, Ilham Alijev, og harafturat skuldu fólk hjá bólkinum leypa á løgreglustøðir og á gistingarhús, har útlendskir gestir búðu.

Myndugleikarnir siga, at teir vildu ikki siga nakað um yvirgangsætlanirnar, meðan tónleikakappingin var, fyri ikki at órógva gestirnar og fólkið í landinum.