Ætlaðu at myrða pávan

Yvirgangsfelagsskapurin al-Qaeda legði í 1999 eina ætlan um at myrða Jóhannes Páll páva, tá hann vitjaði Filipsoyggjarnar, men ætlanin varð slept í síðstu løtu.

Bretska blaðið The Times skrivaði í gjár, at al-Qaeda ætlaði at beina fyri Jóhannesi Páll páva, tá hann fyri trimum árum síðani var í Filipsoyggjunum og vitjaði. Upplýsingarnar hevur blaðið fingið frá filipinsku fregnartænastuni.

Maðurin, sum legði drápsætlanina til rættis, var Khaled Sheikh Mohammad, og amerikanarar vilja vera við, at tað var eisini hann, sum legði atsóknirnar 11. september í fjør til rættis. Sambært The Times ætlaði hann eisini at myrða pávan í 1995, men ætlanin miseydnaðist, tí bumban brast ov tíðliga.

Skjøl, sum eru funnin í einum húsum í Pakistan, har Mohammad plagdi at halda til, hava avdúkað, at hann var fleiri ferðir í Filipsoyggjunum beint upp undir pávavitjanina har í 1999.

The Times skrivar, at pávin ætlar sær aftur til Filipsoyggjarnar at vitja í januar næsta ár, men Vatikanið í Rom vil ikki vátta upplýsingarnar.

Fyri trimum mánaðum síðani ætlaði pakistanska løgreglan at taka Khaled Sheikh Mohammad, men tað eydnaðist honum at sleppa til rýmingar.