- Vit hava roynt at myrða Bill Clinton, men tað miseydnaðist.
Hetta er orðaljóðið í einum hondskrivaðum skjali, sum er funnið í leguni Shomali uttan fyri suðurafghanska býin Kandahar. Felagsskapurin hjá Osama bin Laden, al-Qaeda, helt til í hesari leguni.
Skjalið er skrivað á arabiskum, og saman við tí vóru ymsar tekningar. Tey, sum hava sæð skjalið, siga, at innihaldið bendir á, at ætlanin var at myrða fyrrverandi amerikanska forsetan í sambandi við onkra altjóða ráðstevnu ella ein toppfund. Eingin dagfesting er á skjalinum, men hildið verður, at morðætlanin skuldi setast í verk fyri tveimum árum síðani. Tað ber ikki til at síggja, um ætlanin varð avlýst, ella um okkurt kom í vegin.
Ein amerikanskur trygdarserfrøðingur í Kabul, Keith Indena, vil vera við, at al-Qaeda hevði eisini lagt eina aðra morðætlan ímóti Bill Clinton, og at forsetin ta ferðina skuldi myrðast, tá hann var í einari golfkapping.
- Vit síggja í skjølunum upplýsingar um, hvussu trygdarskipanin kring forsetan var, sigur Keith Indena. Hann sigur, at í skjølunum sæst eisini, at al-Qaeda kannaði trygdarskipanina hjá Secret Service ógvuliga gjølla.
Sambært trygdarserfrøðinginum hevði júst ein golfkapping verið væl egnað til morð, tí undir slíkum umstøðum er trygdin ikki so umfatandi, sum tá forsetin er á vitjan onkunstaðni.
Keith Indena sigur, at al-Qaeda hevði eisini neyvar upplýsingar um, hvussu bilafylgið hjá Clinton forseta plagdi at vera skipað. Aftan fyri sjálvan forsetabilin koyrdi altíð ein bilur við alvápnaðum trygdarmonnum, og sambært Keith Indena ætlaði al-Qaeda at søkja at hesum bilinum fyrst og síðani bilinum, sum forsetin var í.