Á seinasta fundi sínum samtykti bygdaráðið fíggjarætlanina fyri 2012, og javnvigar hon við 18,5 milliónum krónum.
Undir viðgerðini kom eitt broytingaruppskot til viðgerðar, um at lækka skattaprosentið við 0,25 prosenti.
Tá hetta kom við atkvøðugreiðslu var bert ein atkvøða fyri og tríggjar ímóti. Tí verður tað framvegis 21 prosent í 2012 og barnafrádrátturin 6000 krónum.
Hugsandi er, at meiri skattur fer at koma inn næsta ár, nú ætlanir eru um at lata Norðís upp aftur.
snorri@sosialurin.fo










