Ætlaðu at koma út sum eitt ódnarveður

(Samrøða frá Rás2) Hoyr trímálsskjúttan hjá NSÍ seta orð á 5-0 sigurin á Toftum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við trímálsskjúttan hjá NSÍ í dag, Klæmint Olsen, sum ikki er til at steðga, og longu hevur skotið sjey mál.

 

Klæmint Olsen staðfestir, at NSÍ vann sær ein fyrimun tíðliga í dystinum við einari 2-0 leiðslu, og ætlanin í steðginum var at koma út, sum eitt ódnarveður í seinna hálvleiki, og tað eydnaðist til fulnar við tveimum málum, og við 4-0 á máltalvuni vóru tingini mest, sum komin uppá pláss, og NSÍ-arnir fóru at taka tað eitt sindur róligt seinasta partin av dystinum.

 

Nú sær Klæmint í spenningi fram til komandi uppgávuna ímóti Víkingi við Løkin í Runavík.