Í Spania ætla myndugleikarnir at herða reglurnar um fosturtøku. Eftir galdandi lóg, sum kom, tá tann sosialistiska stjórnin ráddi fyri borgum, kunnu kvinnur fáa fosturtøku tær fyrstu 14 vikurnar og tær fyrstu 22 vikurnar, um fostrið hevur álvarssom brek.
Tann borgarliga stjórnin, sum nú hevur valdið í Spania, ætlar sær at avtaka regluna, sum loyvir kvinnum fosturtøku, um fostrið hevur brek. Stjórnin sigur, at hetta verður gjørt sambært ST-ásetingunum um rættindini hjá teimum, sum bera brek.
Ætlanin hjá stjórnini hevur møtt harðari mótstøðu frá teimum, sum stríðast fyri rættindunum hjá kvinnum. Tey siga ætlanina hjá stjórnini vera eitt prógv fyri, hvussu stóra ávirkan tann víðgongdi parturin av teirri katólsku kirkjuni í landinum hevur.