Ætlanin hjá landsstýrinum at seta ein barnsburðargrunn á stovn, hevur fingið kaldliga móttøku fakfeløgunum.
Ikki tí, feløgini taka fult og heilt undir við, at barnsburðargrunnur verður settur á stovn. Men tey góðtaka ikki mátan, sum hetta verður gjørt uppá.
Fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum høvdu fund í mikudagin, har tey viðgjørdu málið um barnsburðargrunnin.
Talan er um nøkur og 20 feløg.Og niðurstøðan av fundinum var, at tey fara at senda landsstýrinum skriv, har tey mótmæla mátanum, sum ætlanin er at stovna grunnin uppá.
Gjalda ikki meir
Ætlanin hjá landsstýrinum er, at 0,5% av øllum útgoldnum lønum, skulu setast í ein barnsburðargrunn.
Arbeiðsgevarin skal betala helvtina, sum er 0,25%. Hina helvtina, sum sjálvsagt eisini er 0,25%, skulu løntakararnir sjálvir gjalda,
Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum, sigur, at fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum góðtaka ikki, at tað aftur nú verður tikið burtur av lønini hjá teimum til ein barnsburðargrunn.
Hann sigur, at í veruleikanum betala limirnir í almennu fakfeløgunum longu í ein barnsburðargrunn.
Tað hava tey gjørt síðani 1995. Tað er bara ongin grunnur settur á stovn enn.
-Tá ið vit samráddust um sáttmála í 1995, var tað ein partur av avtaluni, at 0,8% av lønini skuldi setast í ein barnsburðargrunn, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
-Sostatt hava vit goldið í grunnin líka síðani 1995, uttan at grunnurin er settur á stovn.
Hann sigur, at feløgini tí ikki góðtaka, at 0,25% verða tikin av lønini afturat í ein grunn.
- Hetta er at geraseg inn á tey rættindi, sum vit vunnu í sáttmálanum í 1995 og tað fara vit ikki at góðtaka.
-Verða tey 0,25 prosentini tikin av lønini afturat í ein barnsburðargrunn, so skulu tey 0,8 prosentini, sum vit hava goldið til grunnin síðani 1995, gjaldast okkum aftur, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum.
Hann sigur, at feløgini fara fyrsta dagin at senda myndugleikunum skriv, har tey gera vart við síni sjónarmið.
Komu ikki so langt
Tað lá annars í luftini, at feløgini skuldu eisini taka málið um eftirlønargrunnin upp á hesum fundinum.
Men so langt komu tey ikki, tí hini málini tóku so langa tíð at viðgerða.
Gunnleivur Dalsgarð ivast eisini í, um tað yvirhøvur ber til viðgerða málið um eftirlønargrunnin enn, tí ongin hevur minsu hómingina av, hvat, tað er, sum landsstýrið ætlar.Ætlanin er, at frá 1. januar, skulu allir løntakarar gjalda eini 2% av lønini í ein eftirlønargrunn. Afturfyri skulu tær lægstu inntøkurnar fáa skattalætta. Hetta hevur elvt til mikið órógv, tí fleiri feløg hava longu eftirlønargrunn. Harafturat situr ein nevnd og arbeiðir við málinum og hon skuldi eftir ætlan verða liður fyri ársskiftið.