Hóast Piotr Krakowski væl veit, at onnur og størri feløg als ikki hava hug at lata EB/Streym renna undan sær, so staðfestir hann, at teirra lið er væl brynja til langa kappingarárið, har tað enn resta 16 umfør.
Tað er ikki støddin á felagnum, men av hópinum, sum er avgerandi. Hjá okkum er talan um eitt miðvíst arbeiði, sum higartil hevur tikið fýra ár. Vit hava støðugt arbeitt við at bygt hópin upp, og í dag telur besti hópurin einar 20 mans, sum allir kappast um pláss millum teir fyrstu 11. So tað er ikki heilt rætt, tá sagt verður, at EB/Streymur er ov lítið til at hanga við allan vegin, heldur hann.
Men hóast hetta, so viðgekk hann eisini, at tað var nakað tungt at standa á beinkinum seinna hálvleik á Eiði sunnudagin.
B36 byrjar at spæla við longum bóltum, har teir fyrst gúppa og síðani royna at vinna næsta-bóltin. Tað ger tað sera trupult hjá okkum, tí vit detta ov langt aftur, og vit megna ov sjáldan at spæla okkum burtur.
Tað bøtti tó um, tá eg skifti Fróða (Clementsen, blðm.) inn. Hann er somikið sterkur í høvdinum, og við at seta hann sum verjuspælara framman fyri miðverjuna, fingu vit nógv betri fatur á mongu bóltunum.
- Og so skal heldur ikki gloymast, at vit hóast alt skapa nakrar kontra-kjansir. Teir eru kanska ov fáir í tali, men har eru einir tveir, sum eiga at avgera dystin, helt Piotr Krakowski.