Hon var heppin henda dagin, hon ringdi til Rás2. Tað er ikki lætt at sleppa ígjøgnum, men henda dagin lá væl fyri hjá Mai-Britt.
- Ja, tað lukkaðist so hjá mær. Men tað var næstan so, at man ikki trúði tí beinanvegin, at man slapp ígjøgnum, sigur hon.
Teir fimm spurningarnir vórðu rætt svaraðir, og 60 sekund seinni kundi útvarpsmaðurin kunngera henni, at hon hevði vunnið dagsins vinning – eina ferð fyri tvey við Atlantsflogi til Reykjavík og uppihald á Hotel Ørkini.
Sjálv hevur Mai-Britt verið í Íslandi eina ferð áður, men tað var líkasum ikki nóg mikið til allar upplivingarnar sum býurin gevur.
- Reykjavík er ein deiligur býur at vera í, og har er nógv at síggja og nógv at fara til.
- Hesaferð ætla eg og maðurin í øllum førum at vitja nýggja Operahúsið, slær hon fast.
Sambært kappingini skal vinningurin ”avgreiðast” innan ásetta tíð, og tí fara tey við Atlantsflogi til Reykjavíkar fríggjadagin í næstu viku.
mynd
OPERA
Nýggja Operahúsið í Reykjavík er eitt av ferðamálunum hjá Mai-Britt Debes, tá hon fer hagar í næstu viku, eftir at hava vunnið í Summarkappingini hjá Sosialinum og Rás2








