Lagið var gott á liðskiparanum hjá VB, Eyðun Jacobsen, eftir at vágbingar høvdu spælt seg í hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið
Eyðun helt talan verða um ein sannan arbeiðssigur til VB, har allir mans kempaðu væl og arbeiddu fyri hvørjum øðrum. Veteranurin hjá VB var tó ikki imponeraður av B36, sum hann ikki helt spæla serliga væl. Tað var lætt hjá okkum at verja fyri, og teir spældu seg ongantíð ígjøgnum verjuna hjá okkum, sigur hann.
At VB fyri ein stóran part spældi upp á skjót mótálop, viðgongur Eyðun og leggur afturat, at vágbingar lógu langt afturi á vøllinum, men við so skjótum vongspælarum (Símun Samuelsen, Mortan úr Hørg og Palla Augustinussen blðm. ) kunnu vit loyva okkum tað, heldur Eyðun Jacobsen. Somuleiðis dylur hann ikki fyri, at VB í umdystinum lúrdi upp á brotssparkskappingina, og hann fegnast um, at teir ungu leikararnir hjá VB bjóðaðu seg fram at skjóta, tá ið venjarin skuldi finna fram til, hvørjir fimm skuldu skjóta brotsspørkini hjá vágbingum. Hetta eru góð tekin, heldur Eyðun, ið væntar sær nógv av unga fólkinum hjá VB næstu árini.