Enn er endaliga politiska avgerðin ikki tikin um, hvussu verður við ætlaðu pensjónsskipanini at skatta pensjónir við inngjaldi.
Fíggjarmálaráðið hevur fingið inn umleið 35 hoyringsskriv, sum politiski pensjónsbólkurin, har allir politiskir flokkar eru umboðaðir, fer at ganga ígjøgnum.
- Hvat úrslitið verður, kann eg av góðum grundum ikki vita, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Hann hevur onga ítøkiliga viðmerking til óttan hjá donskum fakfeløgunum um, at dómsvaldið, politiið og ríkisumboðið kunnu missa fólk og fara at fáa ilt við at fáa fólk aftur, um pensjónirnar verða skattaðar við inngjaldi.
Hann verjir ætlanina við, at danskt løntu starvsfólkini í Føroyum ikki skulu gjalda skatt av pensjónini tey fyrstu fimm árini.
- Búseta tey seg fast her, mugu tey skattast sum onnur her í landinum, er ætlanin. Men vit mugu fara at hyggja at hasum. Ætlanin er ikki at styggja nakran burtur, sigur Jørgen Niclasen.
Hann vísir annars á, at so nógv onnur í Føroyum eru limir í donskum eftirlønargrunnum, og tey hava somuleiðis sínar viðmerkingar til ætlaðu broytingarnar.
Jørgen Niclasen heldur tað vera rímiligt, at peningurin verður verandi í landinum, og hann viðmerkir annars, at skattaskipanirnar ikki eru tær somu í øllum londum.