Ætla ikki at sleppa søluni

Hóast Atlantic Airways hevur mælt til, at tollfría sølan verður flutt niður á jørðina, so merkir hetta á ongan hátt, at tey vilja sleppa hesum parti av inntøkugrundarlagnum

Handil

 

Fyri stuttum varð staðfesta, at Vága Floghavn nú fær rætt at hava tollfríðar sølubúðir á Flogvøllinum.

Ferðaskrivstovan 62 Norður hevur longu avtalu við Floghavnina um, at bert tey kunnu reka cafeteria og kiosk á Flogvøllinum, og tí siga tey seg meta, at tey longu hava einkarætt at reka tollfría sølubúð á flogvøllinum. Hetta visti Útvarpið at siga í gjár.

 

Atlantic vil ikki sleppa

Kitty May Ellefsen, nevndarformaður fyri Vága Floghavn, segði við Útvarpið, at tey ikki meta sáttmálan við ferðaskrivstovuna fevna um tollfríar sølubúðir, og tí fer Vága Floghavn í næstum undir at byggja tvær sølubúðir.

At talan nú verður um tollfría sølu á landjørðini er eftir tilmæli frá Atlantic Airways, sum hesar seinastu mánaðirnar hevur roynt at endavent øllum hugsandi hættum at spara olju uppá.

Ein av hesum er at flyta tollfríu søluna niður á jørðina, og hetta hevur tvinnar orsøkir, sigur Magni Arge.

- Partvíst er hetta fyri at minka um CO2 útlátið fyri hvørt ferðafólkið. Bæði tí hetta sparir eitt fólk umborð, og tí vit tá hava minni vekt umborð. Tað er eisini tað, sum er hugskotið við, at fólk eisini sleppa at keypa tollfrítt, eftir at tey eru lend. Tá nýtist teimum heldur ikki at taka fleiri kilo av tollfríum við sær umborð á flogfarið, tá flogið verður heim. Og tað er á heimferðini, at størsti parturin av tollfríu søluni hevur verið, sigur Magni Arge.

- Men tað er klárt, at hetta eisini er ein partur av inntøkugrundarlagnum hjá okkum. Og tí dugi eg ikki at síggja nakra orsøk til, at eitt cafeteria á Flogvøllinum nú skal hava inntøkurnar av hesum.

- Tí umframt umhvørvisliga partin av hesum, so hevur hetta málið eisini eina fíggjarliga síðu. Hon er, at vit fegin vilja hjálpa við til at skapa nakrar inntøkur til flogvøllin. Tí inntøkur skulu eisini til hjá flogvøllinum, og kunnu tær ikki fáast aðrar vegir, so enda tann rokningin hjá okkum. Og harvið eisini hjá ferðafólkunum. Og tí er roknistykkið við tollfríu søluni eisini sera einfalt. Antin verður hetta framhaldandi ein partur av grundarlagnum hjá okkum, ella eisini endar rokningin uppi á ferðaseðlunum, sigur Magni Arge.