Hóast oljuprísurin togar í 100 dollarar fyri tunnuna, hava oljuútflytaralondini í OPEC-felagsskapinum ongar ætlanir um at skrúva kranarnar meiri frá. Tað sigur oljumálaráðharrin í Sameindu Arabisku Emiratunum.
-Tað er nóg mikið av olju á marknaðinum, sigur Mohammed bin Dhaen al-Hamli, og hann fær undirtøku frá starvsbrøðrunum í Iran, Algeria og Venesuela.
Altjóða orkustovnurin IEA sigur harafturímóti, at tað kann fáa álvarssamar avleiðingar, um oljuprísurin hækkar ov skjótt.
Eygleiðarar høvdu væntað, at OPEC-londini fóru at halda fund um oljuprísin, sum er hækkaður nógv teir seinastu mánaðirnar, men orðini hjá al-Hamli benda ikki á, at ætlanin er at halda fund, skrivar Reuters.