Ætlaði sigurin kom heldur ikki í dag

(Frá Rás2) Hoyr liðskiparan hjá Skála, Pætur Dam Jacobsen taka samanum enn ein javnleik

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við liðskiparan hjá Skála, Pætur Dam Jacobsen, sum saman við liðfeløgunum spældi javnleik 2-2 ímóti B36 aftaná at hava verið á odda, bæði 1-0 og 2-1 í dystinum. Sjálvur skoraði Pætur til 1-0 til Skála uppá brotsspark.

 

Hann viðgongur, at tað var ikki tað besta brotssparkið hann hevur skotið, og tí var hann ógvuliga lættur um, at bólturin fór í málið.

 

Pætur Dam Jacobsen sigur seg ikki verða nóg nær við støðuna, tá Skála var á odda 2-1, og fleiri hildu, at bólturin var innanfyri málstrikuna hjá B36. Hann væntar heldur ikki, at upptøkurnar fara at vísa tað nóg greitt.

 

Pætur Dam Jacobsen høvdu ætlað sær ársins fyrsta sigur, men nú gjørdist tað til tann sætta javnleikin í ár, so nú verður setningurin at fáa ársins fyrsta sigur ímóti EB/Streymi, sum vitjar á Skála komandi sunnudag.