Okkurt bendir á, at franska løgreglan forðaði einum yvirgangsálopi afturat, tá hon í morgun kringsetti mannin, sum sambært ákæruvaldinum skjeyt tríggjar hermenn fyri einari viku síðani og fýra fólk mánadagin.
Blaðið Le Monde skrivar, at Toulouse-maðurin, sum hann nú verður róptur, hevði lagt ætlanir um at drepa ein franskan hermann afturat, og at tað skuldi gerast í dag.
Tann 24 ára gamli maðurin hevur sitið avbyrgdur allan dag, tí servandir hermenn hava kringsett íbúðina, sum hann býr í. Fyrr í dag ljóðaði, at maðurin fór at geva seg yvir seinnapartin, men nú ljóðar, at hann hevur lovað at geva seg yvir í kvøld.
Sambært ákæruvaldinum hevur maðurin sagt, at hann var einsamallur um tey bæði álopini.