Ætlaði at roykja í flogfarinum

Tann 24 ára gamla franska kvinnan Helene Sellies viðgekk í rættinum í avstralska býnum Brisbane, at hon hevði roynt at gloppa dyrnar á einum ferðamannaflogfari, tí hon ætlaði at festa sær í.

Helene Sillies var við einum flogfari úr Hongkong til Avstralia seinasta leygardag. Brádliga sá ein flogterna, at hon fór fram til hurðina á flogfarinum við einum tendrara og einari sigarett í hondini, og at hon royndi at lata hurðina upp. Tað eydnaðist kortini flogternuni at fáa hana at seta seg aftur.

Í rættinum í Brisbane greiddi franska kvinnan frá, at hon torir ikki at flúgva, og at hon tí hevði tikið sovitablettir, og at hon eisini hevði drukkið, áðrenn hon fór í flogfarið. Sjálv segði hon seg ikki minnast, at hon hevði roynt at gloppa dyrnar á flogfarinum.